Nógv umtalaða skipanin, sjónbandahjálpin til dómarar í fótbólti, ið kallast Video Assistant Referee (VAR), er nú væl á veg til at verða tikið í nýtslu í Premier League.
Premier League-feløgini eru vorðin samd um, at VAR-skipanin skal takast í nýtslu, og í næstum fer Premier League at senda FIFA eina umsókn um at brúka skipanina frá næsta kappingarári at rokna.
VAR verður longu brúkt í La Liga, Seriu A og Bundesliguni. Frá næsta kappingarári verður skipanin somuleiðis tikin í nýtslu í Champions League.
Skipanin varð eisini brúkt til HM-endaspælið í summar, og hon hjálpir dómaranum at taka avgerðir í sambandi við eitt nú mál, brotsspørk og reyð kort.