Fótbóltur
Sjáldan man ein føroyskur landsliðsvenjari hava verið meira nøgdur, enn Jógvan Martin Olsen var leygarkvøldið. Gaman í gjørdist talan enn eina ferð um eitt av teimum tepru tapunum. Men verður hugsað um tungu byrjanina, sum landsliðið hevur havt undir leiðsluni hjá Jógvani Martin, og um mótstøðuna, sum hesa ferð var tann sterkast møguliga, so var 1-2 á heimavølli væl og virðliga til at liva við.
Sjálvt ikki, tá Rógvi Jacobsen eitt lítið korter fyri leiklok stútaði bóltin í kassan, fór pulsurin hjá Jógvani Martin í topp.
- Eg haldi ongan tíð, at eg havi verið somikið róligur upp til ein dyst, sum eg var tað hesaferð. Eftir at vit høvdu etið døgurða í dag slappaðu vit av, og eg nevndi nevnliga fyri John, at eg helt, at pulsurin fór niður um tey 40.
- Eg visti, at allir menn vóru tendraðir og konsentreraðir. Á taktik-fundinum nýttist orðið bara at vera hálvtalað, so lurtaðu allir, og tá kennir tú týðiliga, at hetta verður ein góður dagur.
Eitt tað besta nakrantíð
Um sjálvan dystin var Jógvan Martin eisini væl nøgdur. Bæði viðvíkjandi upplegginum. Mátanum sum spælararnir útintu hetta. Og so sjálvum leikliga avrikinum á vøllinum.
- Eg var serstakliga fegin um, at avgerð okkara um at nýta Christian Høgna í vinstra borði hepnaðist somikið væl. Og so eisini, at spælararnir tordu at taka tann einastandandi møguleika, sum tað er, tá tú spælir á heimavølli móti heimsmeistarum. Og yvir høvur vóru allar fyrireikingar júst so, sum tær skuldu vera. Og eg vil gjarna rósa øllum stabinum kring landsliðið fyri tað arbeiðið, sum teir hava gjørt.
Um tú skalt taka saman um tíðina, sum tú hevur verið á landsliðnum. Hvar liggur hesin dysturin so?
- Eg havi verið í føroyskum landsliðshøpi í eini 10-11 ár nú. Og eg haldi avgjørt, at avrikið í dag er eitt tað besta, sum eg nakran tíð havi upplivað. Eg haldi ikki, at eg havi sæð føroyska landsliðið nakran tíð hevur spælt betri fótbólt. Fyrsta korterið eruu vit kanska ikki nóg vaknir í verjupartinum, og seinna málið er kanska dekan ov lætt. Men vit spæla okkum væl uppaftur.
Um tú skalt velja ein spælara, sum skaraði framúr. Hvør skal hesin so verða?
- Allir!









