Vár og Rói víðari

Fyrsta undanumfarið av Barnaprix 2014 er farið afturum bak. Sjey børn luttóku í undanumfarinum, sum var á Reinsarínum í Havn í dag

Fyrsta undanumfarið av Barnaprix 2014 er farið afturum bak. Sjey børn luttóku í undanumfarinum, sum var á Reinsarínum í Havn í dag.

 

– Tey sjey børnini sungu so væl, at tað var nærum ógjørligt at velja tvey burturúr, sum skulu víðari í finaluna, sigur Mark Joensen, sum er ein av fyriskiparunum.

 

Eftir at dómararnir høvdu mett um framførslurnar var greitt, at Vár Egilsnes Petersen og Rói Waag-Ólavsson verða tey, sum umboða Havnina í finaluni.

 

Fitt av fólki var komið saman á Reinsarínum, og tey fingu eisini annað undirhald. Rógvi B. Dam undirhelt við sínum gandakystrum. Angela og fuglurin Arla vóru sera væl uppløgd, tá ið børnini skuldu presenterast, ikki minst dámdi áskoðarfjøldini væl freku viðmerkingarnar hjá Arlu.

 

Mark Joensen uppýsir, at enn ber til at tekna seg til kappingina á www.barnaprix.com. Næsta umfar av Barnaprix 2014 verður kunngjørt seinni.