Í sendingini á Rás2 í kvøld kl. 19 er Saviour Mifsud av Malta gestur hjá Stellu Zachariassen, og hann fer at greiða frá sínum upplivingum um integration í Føroyum.
Á Malta er sól nógv tað mesta av árinum, so tá Saviour Mifsud kom til Føroya, var hann fyrstu tíðina oftani sjúkur. Hetta var øðiliga keðiligt, men so fór hann til læknan, og í sendingini greiðir hann frá, hvørji boð hann fekk.
Eisini er Mifsud mest kendur fyri at taka sera vakrar myndir av føroysku náttúruni. Um honum dámar allan føroyskan mat, ja tað mugu tit so lurta eftir á Rás2 í kvøld kl. 19.
Sendingin Home & Away er í átta pørtum og er hetta fimti partur. Sendingin er á enskum.










