Var milliarderur í ein tíma

Tá ið Palle Olsen í Havn setti við telduna nú ein dagin at lesa post, fekk hann ein skelk.

Hann hevði fingið teldubræv frá Danske Spil, sum bar honum tey gleðiligu tíðindi, at hann hevði vunnið heilar fimm milliardir.

Nágreiniliga talið var 5.050.000.041 krónur, hann hevðu vunnið.

Tær vóru longu fluttar á bankakontu hansara og vóru tøkar um tveir dagar.

Men Palle var kortini ikki leingi í Paradísi, tí ein góðan tíma seinni kom aftur eitt bræv frá Danske Spil

Í hesum brævinum harmaðust almikið um, at talan var um eitt mistak og at hann hevði kortini ikki vunnið fimm milliardir.

Palle Olsen hevur verið íðin lottospælari í áravís, so í veruleikanum hevði tað ikki verið so undarligt, at hann vann.

Men hann sigur, at hesuferð óraði hann ilt alt fyri eitt, tí upphæddin var so stór.

Hann viðgongur, at hevði talan verið um eina meiri sámuliga upphædd, hevði proppurin kanska longu verið farið av sjampanjufløskuni, áðrenn seinna teldubrævið kom við rættingini og umberingini.

Ikki tí Palle hevur áður vunnið í Lotto.

Men talan hevur verið um smáar upphæddir.

Ta einu ferðina fyri fleiri árum síðani, vann hann kortini 50.000 krónur og tað kom væl í eftirsum hann júst tá var í ferð við at leggja ein feriutúr til rættis.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Dans Spil ger sama mistak.

Palle veit at siga, at hesuferð fingu 1300 fólk teldubræv um, at tey høvdu vunnið eina ovurhonds upphhædd.

Nakað síðani fekk ein dani at vita, at hann hevði vunnið ørandi 28 milliardir.

Men tað hendi eisini einaferð, at nøkur fingu boð um, at ey høvdu vunnið 170.000 krónur og tað er ein upphædd, sum er so trúligt, at Palle Olsen viðgongur, so hevði kann longu verið farin at feira tað, tá ið rættingin kom.