Varðliga bjartskygdir

-Vit halda okkum hava gjørt okkara heimaarbeiði men vilja eisini vera realistiskir, tí siga vit, at vit eru varðliga bjartskygdir sigur Richard Hardman hjá Amerada Hess, sum tó ikki sær ein turran brunn sum nakra vanlukku. So mugu teir fara aftur til tekniborðið og stinga út í kortið av nýggjum

 

Oljuleiting



Í hesum døgum hevur oljusamtakið The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni borað góða helvt av brunninum Marjun suðuri á landgrunninum. Boringin byrjaði 20. september og skulu borast knappir 4000 metrar. Enn er einki likið út um boringina, men Sosialurin skilur, at spenningurin er serliga stórur júst í hesum døgum, tí borurin skuldi koma niður á eitt av mongu málunum í brunninum, tó at tað ikki er sjálvt høvuðsmálið.


Stutt áðrenn boringin byrjaði vórðu fleiri av oddamonnunum hjá Amerada Hess á vitjan í Føroyum. Millum teirra vóru Steve Boldy, sum herfyri tók við sum leitingarstjóri hjá Amerada Hess í norður og vestur Europa. Hann tekur sær av leiting í Norra, Danmark, Bretlandi og nú eisini Føroyum og tók við eftir Jan Evensen, sum í november í fjør tók við starvi í Vietnam. Steve Boldy vitjaði í Føroyum herfyri í sambandi við at Richard Hardmann, ein av veteranunum í felagnum, fór frá sum altjóða leitingarstjóri hjá Amerada Hess.


Sosialurin tosaði við teir báðar.


Steve Boldy er rættiliga bjartskygdur um boring teirra á landgrunninum. Prospektið hjá Hess er øðrvísi enn tað hjá hinum feløgunum, men dýpið minnir um tað hjá Statoil.


Hóast Statoil og BP bora turrar brunnar, so heldur Steve Boldy ikki, at tað hevur stórvegis ávirkan á teirra prospekt. ?Tað broytir ikki vónir okkara til at gera eitt fund, tí okkara leitimodell er øðrvísi við einum stórum sjálvstøðugum strukturi í undirgrundini. Hóast brunnarnir hjá Statoil og BP eru í sama øki, so liggja teir kortini nakað frá Marjunbrunninum. Steve Boldy vísir á, at tað stutt frá tí strukturinum teir eru eftir, finnast kolvetnisspor á bretskum øki. ?So hvat enn spyrst burtur úr hjá hinum, so fer tað á ongan hátt at broyta okkara meting av møguleikanum at gera fund.



-Ikki fyrr enn tú veit, hvør ?Playtype? - slag av leitimodelli - virkar, so fær tú góð úrslit. Tá Foinaven varð funnið riggaðu nærum allar boringarnar eftir tað. Vit vita ikki, hvat slag av ?playtype? riggar í Føroyum. Men fyri okkum er tað sera avgerandi, at teir næstu brunnarnir vísa tekin til olju og gass, so vit halda at her finst ein virkin oljuskipan. Vit vita bara ikki, hvat slag av fellum kann brúkast ella riggar í føroyskum øki. Vit hava gjørt okkara forarbeiði út frá tí playtype, sum hevur verið brúkt í bretska partinum, men tað kann vera, at tað ikki riggar her.


Vit bora ein brunn av tí ?gamla klassiska slagnum?. Hetta er ikki tað slagið sum t.d. Schiehallion, sum er ein stratografisk fella.


Tí sigur Richard Hardman, at teir eru varðliga bjartskygdir. Teir vilja eisini vera realistiskir.


-Men hvat nú um allar tríggjar boringarnar í ár eru turrar?


-So hava vit fingið trý týðandi datapunkt. Vit kunnu arbeiða seismikkin av nýggjum og endurskoða hann. Vit vita, at tað eru reflektiónir frá onkrum í undirgrundini. Men vit kenna ikki veruligu orsøkina til tað. Summar av reflektiónum eru basalt, onkrar sillir men flestu teirra halda vit eru sedimentir. Vit vita, at olja og gass er framleitt her. Stóra óvissan er, hvussu fellurnar eru. Tá tú gert eitt fund, er sannlíkið fyri fleiri fund uppaftur størri. Tí tá kanst tú leita eftir líknandi tingum. Um allir brunnarnir eru turrir so mugu vit fara aftur til tekniborðið og hyggja eftir tilfarinum vit hava.


-Men eru tríggir turrir brunnar ikki sera negativ tíðindi at lata oljuheiminum?


-Vit mugu verja okkum ímóti tí. Vit mugu minnast til, at 76 brunnar vórðu boraðir áðrenn Foinaven oljufeltið varð funnið, og í Norra vórðu boraðir 20 brunnar áðrenn fyrsta lønandi fundið varð gjørt har.


Richard Hardman sigur, at søgan um oljuleiting á bretska landgrunninum er áhugaverd. Í byrjanini trúði man ikki uppá stór fund, men tá BG sum er partur av samtakinum fann olju á landi á sera stórum dýpi broyttist uppfatanin av møguleikanum at gera fund á djúpum vatni á Atlantsmótinum.


-Fella vit, sum leita í fátt og missa mótið, so verður einki funnið. Spurningurin er at vita, nær tú skal gevast. Vit hildu á vestan fyri Hetland, tá allir aðrir vórðu givnir við undantaki av BP. BP boraði Foinaven av tí, at vit funnu Strathmore og týðulig oljuspor. (Nakað eystan fyri Foinaven, blaðm.) Tað gjørdi, at BP fór víðari og fann Foinaven.


Richard Hardman viðgongur annars, at tað

kann verða torført at at fáa onnur feløg at vísa føroyska økinum ans, um allar boringarnar í tí fyrstu útbjóðingini enda við at vera turrar. Men fleiri feløg eru longu her og tey vilja halda síni lyfti um at bora 8 brunnar í fyrstu atløgu. Men vit fara at ansa eftir ikki at tveita góðar pengar eftir vánaligum.