NSÍ vann sær í dag gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna móti HB 1-0, eftir at eitt umstrítt brotsspark avgjørdi dystin.
Jóhan Troest Davidsen, verjuleikari hjá HB, segði í samrøðu við in.fo aftaná dystin, at hann kendi tað sum um, at hann gjørdi eina góða takkling, og at hann gjørdist kløkkur tá dómarin bríkslaði fyri brotssparkið.
Hoyr samrøðuna við Jóhan Troest Davidsen, við at trýsta á pílin omanfyri greinina.