Var klárt at flyta inn

Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, sigur at Bústaðir høvdu um teldupost boðað Almannaverkinum frá, at fyrstu íbúðirnar í Íslandsvegi 22 vóru klárar at flyta inn í.

Jóhan Mortensen, nevndarformaður í Bústøðum, vildi í tíðindunum í Kringvarpi Føroya vera við, at Almannaverkið hevði verið ov skjót úti, við at bjóða íbúðirnar við Íslandsvegin út til búfólk.

- Talan er um íbúð, sum slett og aldeilis ikki er liðug, segði Johan Mortensen við Kringvarp Føroya 21. oktobur.

 

Hesum skilir Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum lítið av.

- 24. Septembur fingu vit ein teldupost frá Bústøðum, har teir boðaðu frá, at íbúðin í ovastu hædd var klár at flyta inn í, miðhæddin fór at verða klár 1. oktobur og niðasta hædd um ársskiftið. Bústaðir hava, í samráð við okkum, umbygt húsini til okkara tørv og boða altso sjálvir frá síðst í septembur, at nú er klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar.

 

Les eisini Vistu ikki hvør skuldi búgva í húsunum

 

Edvard Heen skilir tí lítið av tí, sum Johan Mortensen sigur um, at íbúðirnar ikki vóru klárar. Hann sigur, at ætlanin var, at fyrstu búfólkini skuldu flyta inn í oktobur.

 

- 9. oktobur fáa vit so eini boð frá Bústøðum, um at verkætlanin verður av ongum. Verkætlanin hevur eftir øllum at døma verið til viðgerðar í nevndini í Bústøðum, og har er avgerð tikin um at taka seg úr avtaluni.

 

Eftir øllum at døma hava Bústaðir broytt meining um verkætlanina eftir at tað er komið teimum fyri oyra, hvørji fólk sum skulu búgva í sambýlinum.

- Tað undrar okkum, at tað skal koma óvart á Bústaðir, at búfólkini eru fólk, við serligum tørvi. Almannaverkið varðar einans av borgarum við serligum tørvi, sigur Edvard Heen.

 

Les eisini Sirið Stenberg er skakað

 

Í samskiftinum millum Almannaverkið og Bústaðir er eina tíð nakað av óvissu um, hvussu praktisku viðurskiftini við útleiguni skulu loysast. Spurningurin er, hvørt búfólkini skulu leiga íbúðirnar frá Bústøðum eftir tilvísing frá Almannaverkinum ella um Almannaverkið skal standa sum leigari. Loysnin verður, at Almannaverkið leigar alt húsið frá Bústøðum.

- Tá avger AV hvør kemur inn í íbúðirnar, uttan at Bústaðir verður kunnað, skriva Bústaðir í telduposti til Almannaverkið.

 

Les eisini Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki

 

Tí tykist tað løgið, at Bústaðir seinni bakkar úr avtaluni, eftir at spurnartekin eru sett við, hvørji fólk skulu búgva í íbúðunum. Edvard Heen vísir á, at tað er ábyrgdin hjá Almannaverkinum og ikki Bústøðum at meta um, hvør skal búgva í hvørjari íbúð.

- Vit hava eitt gott samstarv við Bústaðir um íbúðir um alt landið, sum umfatar, at 5. hvør íbúð hjá Bústøðum er til taks hjá Almannaverkinum. Harumframt hava vit sambýli nógva staðni í landinum, har vit leiga heil hús antin frá landinum ella frá privatum. Í allar flestu førum standast eingir trupulleikar av búfólkunum, sum í stóran mun megna at gerast ein væl virkin partur av samfelagnum, sigur Edvard Heen, sum heldur ikki hevði væntað nakrar trupulleikar í hesum føri.

- Á hesum sambýlinum var eisini ætlanin, at starvsfólk skuldu vera til staðar alt døgnið, at hjálpa búfólkunum, sigur hann.

 

Les eisini Óheppin boð til tey veikastu í samfelagnum

 

Edvard Heen sigur, at Almannaverkið tíverri ikki hevur annan bústað at bjóða búfólkunum, ið eftir ætlan skuldu flyta inn á Íslandsvegi.

- Aftur her undrar tað, sum Jóhan Mortensen sigur, meg, tá hann sigur at vit hava fleiri búpláss. Almannaverkið hevur ikki fleiri tóm búpláss og hava tí einki stað at bjóða hesum fólkunum í løtuni. Avgerðin hjá Bústøðum setir okkum í eina sera keðiliga støðu, sigur Edvrd Heen

 

Les eisini Hetta er sera syrgiligt

 

Edvard Heen væntar ikki, at rokið um sambýlið á Íslandsvegi fer at hava ávirkan á framtíðar samstarv millum Almannaverkið og Bústaðir.

- Vit hava eitt gott samstarv við Bústaðir. Tað, sum er týdningarmikið nú, er at vit fáa reglufastar og greiðar leiðreglur fyri hvussu vit gera, í slíkum førum sum hesum. Vit hava einki samstarv av hesum slag við Bústaðir, og tí hava vit einki at samanbera við. Tað vil tí verða gott bæði fyri okkum og fyri Bústaðir, at vit fáa skipað hesi viðurskifti í fastari legu framyvir, sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum.