Var Katie við barn áðrenn hon møtti Tom ?

Var Katie Holmes longu við barn tá ið hon møtti Tom Cruise ? Sambært The Inquirer, bleiv sjónleikarinnan við barn við fyrrverandi sjeikinum Chris Klein, beint áðrenn tey fóru frá hvørjum øðrum í mars 2005. Chris tosaði aldrin um tað aftur, men hann blívur keddur hvørja ferð hann sær lítlu Suri. Stutt eftir fleyg Katie til Los Angeles at fyrireika seg til ein leiklut. Her møtti hon Tom Cruise. Stutt eftir at tey vórðu trúlovaði, kunngjørdu TomKat, at tey skuldu hava barn í oktobur. Ein kelda avdúkar hvussu Klein talaði yvir seg, at Katie var við barn áðrenn hon kom saman við Tom Cruise. ?Vit ótu døgurða, tá ið Chris knappliga segði, at hann hevði gjørt Katie við barn??. Tað bleiv heilt kvirt, og vit blivu klár yvir at Chris hevði talað yvir seg. Viðkomandi spurdi hareftir Chris, hvat henda skuldi við barninum, men tað vildi stjørnan úr ?American Pie?? ikki svara uppá. Dóttur Katie og Tom, Suri, bleiv fødd í apríl 2006. Hon bleiv ikki framvíst fyri almenninginum fyrr enn 5 mánaðir seinni. Kundi hon verið fødd áðrenn, enn parið hevur sagt? Tað skrivar tv2.dk