Áhugin fyri átrúnaði er stórur í hesum døgum. Fyri ikki so langari tíð síðani varð ein søga um ein danskan prest, ið hevði orðað seg so knortlut, at hann varð sagdur ikki at trúgva upp á Gud, ársins tíðindi í Danmark. Her hjá okkum varð ein heil sjónvarpssending við Mentanartíðindum sett av til kristindóm og list seinasta fríggjakvøld, og mest selda bók í heiminum í løtuni er Da Vinci-gátan hjá Dan Brown, sum vil vera við, at Jesus og Maria Magdalena vóru meira enn bara góð vinfólk.
Tí var tað kanska ikki so merkiligt, at eitt gamalt handrit, sum varð avdúkað hósdagin í Washington D.C., hevur fingið alla heimspressuna at standa á øðrum endanum, nú páskirnar stunda til. Eitt nú hava bløð sum Berlingske Tidende og Politiken givið hesum handrit pláss bæði á forsíðuni og í oddagreinini.
Talan er um eitt gamalt leðurinnbundið papyrushandrit eitt sokallað codex sum er skrivað á koptiskum máli umleið ár 300. Handritið telur 26 síður, og verður hildið at vera skrivað av eftir einum grikskum upprunahandriti av Judas-evangeliinum, sum granskarar meta varð skrivað eina øld frammanundan. Í næstan 1700 ár lá tað krógvað í eini egyptiskari oyðimørk, av tí at fornkirkjan metti, at talan var um ranglæru.
Lá í bankaboks í nógv ár
Handritið er tað sokallaða Judasevangeliið, har Judas Iskarjot verður roknaður sum ein hetja, av tí at hann í mun til hinar lærusveinarnar hjá Jesusi, er tann einasti, ið skilir boðskapin hjá Jesusi til fulnar. Judas velur at vísa myndugleikunum, hvør Jesus er, eftir boðum frá Jesusi sjálvum, so hann kann takast. Judas er greiður um, hvat hann ger, tí sambært Judasarevangeliinum skal Jesus hava sagt við hann, at hann skal verða bannaður, men at hann hinvegin eisini skal sleppa í himmalin, har hansara stjørna skal skína bjartari enn allar aðrar.
Handritið varð annars funnið í 1970unum nærindis El Minya í Egyptalandi, men hvarv síðani inn í ein stongdan heim, har bert antikvitetshandlar høvdu atgongd til tað. Í 16 ár lá handritið í eini bankaboks í Hicksville í New York og molnaði sundur, til ein antikvitetssølumaður úr Zürich, Frieda Nussberger-Tchachos, keypti tað. Tað eydnaðist tó honum ikki at selja handritið víðari, og tí gjørdi hann av í februar 2001 at geva tað til Maecenas Foundation for Ancient Art í Basel í Sveis, har starvsfólk síðani kundu umvæla og umseta handritið. Síðani er handritið uppkallað eftir hesum sølumanninum og hevur fingið heitið Codex Tchacos. Ætlanin er, at Judasevangeliið aftur skal til Egyptalands, har tað skal liggja á tí koptiska savninum í Kairo.
Fleri bíbliugranskarar halda, at tað sum er komið fram í hesum nýfunna handriti, gevur okkum eina mynd av, hvussu fólk í fornkirkjuni hugsaðu.
Broytir ikki kristnu læruna
Tað er tó eingin grund til at halda, at heimssøgan verður umskrivað av hesi orsøk.
Mogens Müller, professari í Nýggja Testamenti á Universitetinum í Keypmannahavn, sigur við Kristeligt Dagblad, at handritið fer ikki at fáa kristindómin at ridla, og hóast talan er um eitt evangelium, fer tað sambært sambært honum ongantíð at fáa innivist í Bíbliuni.
- Tað hevur helst einki søguligt virði sum kelda til okkara fatan av viðurskifitni millum Jesus og Judas, av tí at tað er skrivað millum ár 220 og 340 eftir Kristus. At kalla tað eitt evangelium er eisini eitt misvísandi heiti. Evangeliini vórðu skrivað millum ár 70 og 120 og eru frásagnir um alt lívið hjá Jesusi. Hetta handritið mugu vit meira rokna sum nakað, ið kann bólkast sum eitt slag av skaldsøgu, men tað kann geva okkum eina mynd av, hvat fólk tíðliga í kristnu kirkjuni hava hugsað um viðurskiftini millum Jesus og Judas, sigur Mogens Müller. Hann samanber hetta handritið við onnur bíbilfornfrøðilig handrit, sum vórðu funnin í Nag Hammadi í Egyptalandi í 1950unum, har tey m.a. funnu Tummas-evangelið, sum í dag verður roknað sum ein partur av teimum apokrýfu skriftunum.
Við í hesum grevstri ella fornfrøðiliga leitiarbeiði, var Søren Giversen, doktari í guðfrøði, sum sambært Kristeligt Dagblad longu hevur gjørt av at fara undir at umseta Judasevangeliið til danskt, hóast hann ikki hevur sæð tekstin enn. Umsetingin verður givin út á Poul Kristensens Forlag.
Sum nevnt varð handritið lagt fram hósdagin, og var tað National Geographic Society, sum skipaði fyri hesum tiltakinum, ið varð víst beinleiðis á internetinum. Terry Garcia, varaforseti í National Geographic Society sigur við The New York Times, at hetta er tað týdningarmiklasti, forni ikki-bíbilski teksturin, sum er funnin tey seinastu 60 árini.