Var innanfyri av misgávum

Sambært Paul Watson var tað av misgávum, at hann var komin inn um føroyska terretorialmarkið í morgun

Seinnapartin í gjár slapp løgreglan umborð á Ocean Warrior, sum er skipið hjá Paul Watson.

Løgreglan hevði áður roynt at koma umborð á skipið, men hesum sýtti skiparin, Paul Watson, fyri.

Tá løgreglan umsíðir slapp umborð á Ocean Warrior, segði skiparin, at tað var ein misskiljing, at hann var komin inn um terretorialmarkið. Tí valdi løgreglan at geva honum eitt kort, har terriotrialmarkið er greitt tilskilað.

Hetta mark skal Paul Watson halda seg uttan fyri, annars fær hann aftur trupulleikar við myndugleikarnar.

Hvørjar avleiðingarnar verða, um Paul Watson aftur kemur inn um markið, veit løgreglan ikki at siga.

? Vit hava tó gjøgnumhugsað allar møguleikar, og eru til reiðar til allar atsóknir, segði fútin á tíðindafundi fyri lítlari løtu síðani. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh