Klaksvík: - Hvat heldur tú, Heðin? Passar hesin steinurin ikki sera væl her uppi?!, spyr Jackie.
Heðin skundar sær yvir til starvsfelagan og løtu seinni kemur tann triði maðurin. Teir tríggir tosa saman eina løtu, og semjast so um, at neyðugt er við einum øðrum steini.
Tað er týðiligt at merkja og skilja, at hesir ídnu grótlaðararnir her Undir Fossum ynskja, at teirra arbeiði skal vera væl úr hondum greitt.
Arbeiðið skal - í orðsins sanna týdningi - standa sum ein varði yvir gott og gamalt føroyskt handverk og prýði.
- Ja, vit behøva ikki at fara hoylt til Spanien fyri at finna vakurleikan. Vit kunnu eisini vera kreativ her í Klaksvík, slær Heðin Heldarskarð fast.
Saman við Heðini laða Karl Heri Joensen og hansara menn úr Klaksvík og Jackie Joensen úr Havn.
- Vit arbeiða sera væl saman, slær Heðin fast.
Vegur og býlingur
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera nýggjan ringveg á einum staði, tey nevna Undir Fossum. Her fer eisini ein nýggjur býlingur at síggja dagsins ljós í næstum.
Hetta vegarbeiðið fer at lætta munandi um ferðsluna inn til býin og út aftur haðani. Fyri Heðin og aðrar klaksvíkingar hevur hetta sjálvandi sín fyrimun, men hann sá eisini heilt aðrar møguleikar í hesi vegagerðini.
Heðin hevur áður staðið fyri arbeiðinum at fríðka rundkoyringina í miðbýnum í Klaksvík. Og nú hevur hann hug at royna seg aftur við sama endamáli.
- Ein dagin koma tað til mín: Hví ikki fríðka hesa rundkoyringina við onkrum rótføroyskum!, greiðir Heðin frá.
Lokalt hagagrót
Stutt var frá hugskoti til gerð. Eitt uppskot varð gjørt og síðani lagt fyri kommununa.
Í hesum uppskotinum var ein ætlan um, hvussu ein best kundi fríðka hetta økið:
Ein slakar tríggjar metrar høgan varða, sum var laðaður úr góðum og lokalum hagagróti úr Klaksvík.
Ein slíkur listamaður sum Heðin dugir væl at síggja symbolini í tí dagliga og at síggja virðið í teimum.
Í Føroyum hevur verið gamal siður at laða varðar, og sum í øldir hava víst fólki á ta best gongdu leiðirnar millum bygdir.
- Tað var júst hetta sum kom til mín: Her eru vit í ferð við at gera ein veg og eina nýggja leið inn til okkara bý.
- Og hví ikki vísa fólki á, at tey eisini eru á leiðini til ein nýggjan part av Klaksvíkini?, sigur Heðin sannførdur á málinum.
Á varðan eru festar fýra sliskur, sum venda ímóti hvør sínari høvuðsætt, júst sum gjørt varð við listarverkið í rundkoyringini í miðbýnum.
Hann hugsar eisini um útlendsku ferðafólkini sum vitja í Klaksvík. Fyri tey hevur tað eisini sín týdning at vita, hvar tey eru stødd og hvønn veg tey venda.
Blátt ljós í allar ættir
Til tess at vísa – ella lýsa! – týdninginum av einum varða enn betri, skulu tær fýra sliskur hava blá ljós lýsandi.
Tann blái liturin er eitt tekin um lív, og skal í hesum sambandi symbolisera tann veruleikan, at lív fer at koma í ein nýggjan part í býnum.
Ovarlaga á varðanum verður ein ringur spentur fastur. Hesin skal symbolisera ein sirkul, sum, eins og ein giftiringur, er eitt tekin um eina eind, nakað sum varir og á nakað sum er óendaligt.
- Eg ynski við hesum at vísa á samanhaldið millum ta gomlu og ta nýggju Klaksvíkina, sigur Heðin.
Gamalt grót í nýggjan býling
Fyri eini trimum vikum síðani varð av álvara lagt til brots við laðingini av varðanum.
Neyðugt var ikki at fara í hagan eftir gróti. Tað hava teir fingið til vega úr ymiskum niðurdotnum úthúsum í bønum á Gerðum.
- Hetta hevur eisini eitt symbolskt virði: Ein tekur grót sum áður hevur verið laðað í einum gomlum býlingi. Nú kann ein brúka tað aftur í einum nýggjum, sigur Heðin.
Síðani Heðin fyrstu ferð fekk hugskotið um henda varðan, hevur hann havt eina tíðarætlan í høvdinum.
Ætlanin var upprunaliga at hesin varðin skuldi verða liðugur á norðoyastevnu í ár. Men so verður ikki.
- Nei, veðrið hevur verið eitt sindur ólagaligt til stál- og sveisiarbeiðið, og tí náa vit tað ikki áðrenn vikuskiftið.
- Men tá verður í øllum førum ikki nógv eftir, lovar Heðin.