Í ár hava skipini hjá Varðanum í Gøtu selt fyri tilsamans einar 380 milliónir krónur.
Tað sigur Varðin á síni heimasíðu .
Verður uppsjóvarvirkið á Tvøroyri tikið við, hevur Varðin samtakið selt fyri eina hálv milliard í ár.
Hetta hevur spreitt seg eins og ringar í sjóvnum í búskapinum.
Tilsamans hevur Varðin goldið 100 milliónir í hýrum og lönum í ár.
Bara Varðin Pelagic, sum er virkið í Suðuroy, hevur goldið 25 milliónir krónur í lønum, síðani tað læt upp mitt í summar.
Tilsamans er 350 fólk í starvi í samtakinum. Tá eru undirleverandørar av øllum slag, bæði í Suðuroynni og norðanfyri ikki tiknir við: pakningur, plattar, trolútgerð, smiðjuútgerð o.s.fr.
Reiðaríið og manningar hava goldið 21,7 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi og 3,8 milliónir í øðrum skattum og afturat tí kemur so partafelagsskattur og tilfeingisskattur.
Varðin sigur, at enn stendur fiskur fyri yvir 100 milliónir krónur á goymslu á Tvøroyri og í øðrum londum, tí at goymslan á Tvøroyri ikki er nóg stór.
- Hetta er kapitalkrevjandi og tí er tað týdningarmikið at hava nóg mikið at standa ímóti við.