Varðin: Starvsfólkini fáa sálarhjálp

Sálarfrøðingur hjálpir starvsfólkunum á Varðin Pelagic

Umleið 50 fólk vóru til arbeiðis, tá ið eldur í morgun kom í framleiðsluvirkið Varðan Pelagic á Tvøroyri. Fólkini høvdu kaffisteðg, tá ið eldur kyknaði mitt í framleiðsluhøllini.

Tað gekk skjótt og væl at fáa øll stavsfólkini út, og eingin fekk kropsligt mein av hendingini, men starvsfólkini vóru sjálvandi skakað av tilburðinum.

- Vit hava fingið ein sálarfrøðing suður at tosa við fólk. Starvsfólkini fáa eisini upplýsingar um, hvussu tey kunnu seta seg í samband við sálarfrøðing komandi dagarnar, tí tað er ikki altíð, at allar kenslurnar koma fram beinanvegin, sigur Bogi Jacobsen við Kringvarpið.

- Fólk eru sjálvandi kløkk og sjokerað, og tey máttu renna avstað, sum tey vóru, men tíbetur fekk eingin nakran skaða, og tað gekk væl at fáa øll fólkini burtur, sigur Bogi Jacobsen. 


Les eisini: Stjórin: Alt liggur í skeljasori