Skuldi tað hent, at verkætlanin hjá Varðin Pelagic steðgar upp á Tvøroyri, fær felagið ongar trupulleikar av at finna annað hóskandi stað til virksemið.
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur við Norðlýsið, at Varðin Pelagic er vælkomið, tí kommunan hevur sera gott øki í Ánunum við Norðhavnina.
-Um Varðin Pelagic hevur ynski um tað, skulu teir vera sera væl komnir at tosa við okkum, sigur Jógvan Skortheim. Hann ger vart við, at sum er er spurningurin ikki aktuellur, tí kommunan hevur ikki fingið nakran fyrispurning um málið.
Borgarstjórin í Klaksvík leggur afturat, at hann er sera harmur um støðuna, sum er íkomin á Tvøroyri.