Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdu P/F Varðin í Gøtu og Delta Seafood P/F á Tvøroyri, at tey høvdu gjørt av at byggja eitt uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.
Í dag varð felagið stovnað, og fekk tað navnið Varðin Pelagic P/F. Í nevndini eru Jógvan Hentze,Tummas Thomsen, Tórheðin Jensen, Marner Lisberg, Egil Olsen og Gudmund Mortensen. Jógvan Hentze er formaður. Stjóri í felagnum er Bogi Jacobsen.
Virkið á Tvøroyri skal í byrjanini hava eina framleiðsluorku uppá 600 tons um samdøgrið. Innskotið í felagið er 65 milliónir krónur. Ætlanin er, at virkið skal standa klárt til framleiðslu longu í summar.