Varðin Pelagic keypt íslendska útgerð

Partafelagið Varðin Pelagic, sum skal byggja uppsjóvarvirki á Tvøroyri, hevur nú keypt útbúnaðin til virkið. Í gjár skrivaði føroyska felagið undir sáttmála við íslendska felagið Skaginn hf á Akranesi, sum framleiðir útbúnað til fiskavirkir. Íslendska felagið sigur, at talan er um eitt sáttmála upp á 2,2 milliardir íslendskar krónur.

Harafturat skal føroyska felagið hava útgerð fyri aðrar 800 milliónir íslendskar krónur frá øðrum veitarum, eitt nú kølivirkinum Frost, so tilsamans hava gøtumenn og tvøramenn keypt útgerð fyri tríggjar milliardir íslendskar krónur.

Skaginn er eitt av teimum størstu íslendsku virkjunum, sum gera útgerð til fiskavirkir. Verksmiðjan á Akranesi hevur millum annað gjørt útgerðina til uppsjóvarvirkið Síldarvinnslan í Neskaupstað, sum er tað størsta av sínum slagi í Íslandi.