Dorit Hansen leggur nú frá sær sum ritstjóri á Varðanum, og í hennara stað verður ein ritstjórn við trimum kvinnum ístaðin.
Sanna Andrassdóttir Dahl og Sanna Klein eru báðar bókmentafrøðingar, og Rakel Helmsdal er rithøvundur.
– Í skjótt 100 ár hevur mentanarritið Varðin verið trúfastur boðberi av føroyskari mentan. Millum ár og dag hava nógv mentafólk ritstjórnað ritinum, og hesi seinastu 5 árini hevur Dorit Hansen við hepnari hond borið ritið víðari inn í nútíðina við áhugaverdum tíðargreinum, ummælum og væl viðgjørdum upprunatekstum frá føroyskum høvundum.
Nýggju ritstjórnarir hava eisini gjørt sær greiðar tankar um, hvat innihaldið í Varðanum skal innihalda og umboða frameftir.
– Ritstjórarnir hava ymiska bakgrund og kunnu tí lætt skapa fjølbroytni í tekstum og innihaldi. Tær vilja, at pláss skal vera fyri ymiskum tekstsløgum og at geva debutantum pláss. Tær ætla eisini, at javnvág skal vera millum kyn og aldur av teimum, sum skriva og teimum, skrivað verður um.
Tað er ikki nóg mikið, at mentanartíðindi finnast á netinum í stuttlívaðum netmiðlum, men eisini í pappírsformi, har tað verður ein partur av okkara mentanarsøgu, sigur Varðin, nú nýggja Ritstjórnin tekur við.











