Varðin klývur rættarnevnd í trý

Rættarnevndin hjá løgtinginum er alt annað enn samd um, hvørja støðu nevndin skal hava til lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, sum vil geva Tvøroyrar Kommunu loyvi at leypa uppum egnar mannagongdir.

Eftir at hava viðgjørt málið síðani mánadagin er Rættarnevndin júst liðug at skriva álit – og í tilgongdini brotnaði nevndin sundur í trý.

Meirilutin - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Mikkjal Sørensen og Gerhard Lognberg – tekur undir við lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard.

Argumentið hjá meirilutanum er í stuttum, at her er talan um eina undantaksstøðu. Somuleiðis mælir meirilutin til, at øll lógin um býarskipanir og byggisamtyktir verður endurskoðað. Lógin er upprunaliga frá 1954.

Páll á Reynatúgvu sigur í sínum minnilutaáliti, at hann tekur støðu í tingsalinum. Løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi heldur tað vera óheppið, at løgmálaráðið í Føroyum ber niðan í tingið eitt mál, sum ”í so stóran mun ber brá av lóggávu um einkultmál, ella singulerlóggávu. Løgmálaráðið átti at verið hevjað yvir lóggávu við slíkum grundarlagi.”

Um viðgerðina í Rættarnevndina sigur Páll á Reynatúgvu millum annað, at ”Samanumtikið hevur løgfrøðin, sum verið hevur í nevndini, verið rættiliga avgjørd ímóti uppskotnu broytingunum. Grundgevingin er, at lógin um býarskipan og byggisamtyktir er ein byggi- og planleggingarlig grundlóg í landinum, sum skal tryggja sátt, semju og verju. Snøgt sagt skipaði viðurskiftir millum ymsu tættir samfelagsins, tá um bygging ræður. Verandi uppskot kann tó føra við sær óhepnar avleiðingar fyri yvirskipað býarskipanararbeiðið í landinum. Tað at landsins býarskipanarnevnd er samd um, at uppskotið betri varð ógjørt, sigur ikki heilt einki.”

Hin minnilutin – Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen – tekur somuleiðis støðu í tingsalinum. Samgongutinglimirnir hava millum annað hesar viðmerkingar til lógaruppskotið úr Innlendismálaráðnum:

”Mál av slíkum slagi sum hetta, kunnu hava sera stóran vinnuligan og samfelagsligan týdning, men vert er at leggja sær í geyma, at allir borgarar landsins hava grundleggjandi tryggjaði rættindi at verða hoyrd. Lógarbroytingin skal eftir ætlan einans verða nýtt í heilt serstøkum førum, har landsstýrismaðurin kemur at taka avgerð um, hvørji tey eru. Serstøk samfelagslig og vinnulig atlit kunnu skifta eftir, hvør landsstýrismaðurin er.”