Marjun Dalsgaard
Eftir at Sosialinum í vikuskiftinum skrivaði um, at reiðarar hava tikið eina milliard úr fiskivinnuni, kennir Varðin seg so illa viðfarnan, at teir møguliga verða noyddir at selja alt virksemið, siga teir við Norðlýsið.
Gera teir tað, gongur tað útyvir vinnuna og er hetta júst eitt dømi um, at skipanin, sum vit hava, er sera ósunn, sigur Kári Petersen búskaparfrøðingur.
- Tann næsti, sum skal inn í vinnuna, skal gjalda fyri veiðuloyvið, meðan tann, sum tekur seg út, fær pengarnar. Soleiðis verða pengarnir tiknir út úr vinnuni, og tí er hendan skipanin sera óheppin fyri vinnuna, sigur hann.
Ein trupulleiki við fiskivinnuskipanini í dag er, at eigarir av skipum við veiðirættindum kunnu selja veiðirættindi, sum eru latin ókeypis frá landinum, saman við skipunum.
Keyparin skal nú gjalda marknaðarprís fyri veiðiloyvið, og fær eina fyritøku, sum ikki hevur serliga stórt yvirskot og tískil ikki kann gjalda skatt til landið, greiðir Kári Petersen frá.
Ávarar móti oligarki
Fyri sløkum tveimum vikum síðani segði Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur fyri Tjóveldi, frá tingsins røðarapalli, at hann hevur hoyrt, at Varðin í Gøtu hevur fingið eitt tilboð áljóðandi 2,5 til 3 milliardir fyri virksemi teirra. Størsti parturin av hesum virðinum er veiðirættindi, sum er latin ókeypus og á tann hátt verða milliardir tiknar út úr vinnuni, um Varðin selir sítt virksemi. Fyri at fáa ein nøktandi prís noyðast teir at selja til útlendingar, sigur Jákup Jacobsen við Norðlýsið.
Kári Petersen ávarar ímóti oligarki, tí fáir vinnulívsmenn hava møguleika fyri at vinna milliardir í sambandi við sølu av einkarrætindum til at veiða á føroyskum stovnum. Einkarrætturin gevur eitt ónormalt stórt yvirskot til tann, sum fær veiðurættindini, og skipini kunnu tískil seljast fyri nógv meira enn tey eru verd, tí veiðirættindini fylgja við. Hetta merkir, at skip, sum hava kostað eina milliard at byggja, kunnu seljast fyri 5 milliardir krónur saman við veiðuloyvunum.
Føroyar enda sum fámannaveldi
Í fleiri ár hevur politiska skipanin latið stór virðir út til nakrar fáar einstaklingar á henda hátt. Hetta fær álvarsamar avleiðingar fyri landið, sigur Kári Petersen.
- Landsstýrið skrivar út fiskiloyvir fyri fleiri ár framyvir. Einki forðar hesum persónum í at selja tey fyri milliardir. Samfelagsligu avleiðingarnar av hesum langu loyvum uttan lógarásett tilfeingisgjald er álvarsamar, sigur Kári Petersen.
Hann ávarar ímóti, at ein miðsavning av valdinum fer fram, og at Føroyar verða eitt oligarki - ella fámannaveldi.
- Miðsavningin av valdinum førir til, at nøkur fá fólk fara at eiga milliardir, og tey fara eftir nøkrum árum at ráða yvir restini av føroyska vinnulívinum og samfelagnum annars, sigur hann.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Varðanum, men tað eydnaðist ikki áðrenn deadline hjá blaðnum.