Varðin Pelagic á Tvøroyri fer nú at byggja nýggja, stóra verksmiðju á Tvøroyri.
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, váttar, at leiðslan í Varðanum á Tvøroyri hevur spurt býráðið, um nakað stykki er at byggja eina nýggja verksmiðju á.
Verksmiðjan, talan er um, er ein stór verksmiðja, sum skal gera fiskamjøl burtur úr tí nógva slógvinum frá uppsjóvarvirkinum.
Sum er, verða øll tey mongu tonsini flutt aðrastaðni til virkingar, men nú ætlar Varðin at gera sítt egna mjølvirki á Tvøroyri.
Kristin Michelsen sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at kommunan fer at fylla út framvið sjóvarmálanum beint eystan fyri uppsjóvarvirkið.
Landingarmiðstøðin liggur ímillum uppsjóvarvirkið og stykkið, sum skal fyllast út til mjølvirkið.
Men Kristin Michelsen sigur, at ætlanin er, at Varðin skal yvirtaka landingarmiðstøðina frá Delta Seafood, sum eigur hana.
Sum skilst er ætlanin so, at rørleidningur skal liggja ímillum uppsjóvarvirkið og mjølvirkið, har slógvið skal renna ígjøgnum, so tað slepst undan øllum flutningi.
Kristin Michelsen sigur, at kommunan fer at fylla eitt stykkið á nakrar túsund fermetrar upp til nýtt byggilendi framvið sjóvarmálanum, men akkurát, hvussu stórt tað verður, dugir hann ikki at siga enn.
Hann leggur afturat, at fyrsta stigið verður at broyta byggisamtyktina so at fyllast kann út og mjølvirkið byggjast.