Varðin 2005 komin

Innihaldið í 72. bindi av Varðanum, sum júst er komið, er eins og árini frammanundan eitt fjølbroytt úrval av søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum.
Tummas Lenvig hevur umsett áhugaverda grein um føroyskt mál, sum stóð í Dimmalætting fyri meiri enn 100 árum síðani. Tað vóru Jógvan Poulsen, lærari, Jakob Jakobsen, máfrøðingur og Jóannes Patursson, bóndi, sum skrivaðu.
Povl Skårup skrivar um Thomas Jacobsen (Tarnovius). Ein stuttsøga er eftir Prosper Merimèe og framhald av stuttsøguni Fjáltrandi kenslur eftir Steffan Zweig.
Eisini er seinasta greinin um tey stóru seglskipini við í Varðanum 2005. Freydis Poulsen skrivar um Norðaskála Søgu, Eivind Weihe hevur grein um Skipan fyri tingafaratoll, og Egon Hansen skrivar um Nólsoyar vita og fólkið har. Turið Sigurðardóttir hevur grein um tjóðarskald Finlands, Runeberg, um rivjabýirnir hjá Evu Strøm og harafturat tvey bókaummæli: um yrkingasavnið Ariel eftir Alexander Kristiansen og um gomlu bókina hjá Lucasi Debes um Føroyar, sum nú aftur er komin á týskum máli. Eisini ummælir Hanus A. Samuelsen bókina Far fram á Torg eftir Guðruna Gaard.
At enda er ein heilsan til Emil Thomsen, sum fylti 90 ár 27. november.
Í sambandi við útgávuna fyri 2005 hevur Varðin fingið nýggja heimasíðu, www.vardin.net, har eisini innihaldsyvirlit er yvir allar Varðarnar, sum eru útkomnir síðani 1921.