FSF-valið
Hóast hann júst hevði tapt, so líktist hann ikki einum tapar. Birgir Enghamar reistist tvørtur ímóti og bað um orðið, áðrenn aðalfundurin varð slitin.
Eg haldi, at talan var um ein fair-dyst, men tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt, at formansatkvøðan á hendan hátt skuldi verða avgerandi.
Men eg haldi kortini á ongan hátt, at uppstillingin var nyttuleys. Við at vísa á ónøgdina, sum valdar innan ymisk øki, var eg við til tað allarseinasta, og tað haldi eg hevur givið nevndini nakað at hugsa um. Skal metast eftir formansfrágreiðingini, sum varð løgd fyri aðalfundin, so er hetta eisini nakað, sum partvíst er tikið til eftirtektar, og tað er í øllum førum nakað, sum eg fegnist um. Verður tað nú handlað í samsvar við tað, sum er sagt, so haldi eg í øllum førum, at hetta hevur givið úrslit. Tí tað er ikki persónurin sjálvur, men arbeiðið, sum hesin stendur fyri, ið gevur úrslit, staðfestir hann.
Og eftirfylgjandi kundi hann væl hýrdur leggja afturat, at hann sum so ikki hevði nakað ímóti, at Óli Holm framhaldandi er formaður í FSF.
Eg havi einki sum helst ímóti Óla. Hann er ein fittur persónur, og sum suðuroyingar flestir, so er hann væl skorin fyri tungubandið. Men eg haldi nú kortini, at hann eisini átti at lært seg at lufta betri, tá ting verða førd fram, helt Birgir Enghamar at enda.