Frá fleiri síðum varð sagt, at dysturin millum B36 og KÍ var at rokna sum ein finala í niðurflytingarstríðnum. Men hóast vónbrotin av tapinum, so vildi Todi Jónsson á ongan hátt avskriva KÍ sum luttakara í Vodafone-deildini í 2010.
- Fólk hava sagt, at um vit taptu í dag, so var alt liðugt, men soleiðis síggi eg slettis ikki upp á tað. Vit eru nú fýra stig aftan fyri B36, og tað eru 18 stig eftir at spæla um, so vit hava framvegis nógv at stríðast fyri.
- Í dag hava vit ov nógvar nervar, og eru kanska eitt sindur bangnir fyrstu løtuna. Og tað er væl tekin um, hvussu stóran týdning dysturin hevði. Teir fáa so eitt gott mál til 1-0, og tá teir skora til 2-0, oyðileggur tað nógv hjá okkum. Men vit eru kortini við í dystinum. Eg raki stongina, tá nakrir fáir minuttir eru eftir, og sat tann bólturin, so vóru vit brádliga viðaftur.
Tú sigur, at tað eru 18 stig eftir at spæla um. Hvussu nógv skulu tit hava av teimum?
- Um B36 taptir allar sínar dystir, so nýtist okkum bara fimm. Men tað er nok lítið at ivast í, at B36 eisini fer at fáa nakað burturúr. So vit verða noyddir at vinna einar fýra av hasum dystunum, rokni eg við, segði Todi Jónsson.