Var ikki ein bumba kortini

Ein misteinkiligur pakki við amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn víst seg kortini ikki at hava misteinkiligt innihald.

Ein misteinkiligur pakki við amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn víst seg kortini ikki at hava misteinkiligt innihald.

 

Løgreglan í Keypmannahavn rykti í morgun út til amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn eftir at onkur hevði boðað frá »misteinkiligum viðurskiftum«.

 

Eisini ammonitiónsruddarar frá verjuni og sløkkiliðið í Keypmannahavn komu á staðið.

 

Ammonitiónsruddarar kannaðu pakkan, sum í fyrstu syfti hevði givið høvi til fráboðanina. Sambært løgregluni vísti hann seg ikki at hava nakað misteinkiligt innihald.

 

Ckaus Buhr, sum hevur samskiftisábyrgd hjá løgregluni í Keypmannahavn, vil ikki siga, hvat var í pakkanum.

 

Í sambandi við átakið, var ein partur av Dag Hammarskjölds Allé, har sendistovan er, sperraður.

 

Talan var um ein strekki upp á umleið 400 metrar millum Øster Farimagsgade og Kristianiagade.

 

Vakthavandi hjá Hovedstadens Beredskab hevur fyri Ritzau upplýst, at tey hava verið á staðnum við ákaksleiðara og sproytivogni.

 

Eisini var ein sjúkrabilur og ein akuttlæknabilur sendir til sendistovina, har teir stóðu klárir, upplýsir Region Hovedstaden fyri Ritzau.

 

Í sambandi við átakið valdið løgreglan at evakuera katólska privatskúlan Institut Sankt Joseph, sum er á Dag Hammarskjölds Allé.

 

/ritzau/