Í útskurðinum verður Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frífunnið fyri ákærurnar um sáttmálabrot mótvegis Starvsmannafelagnum.
Tað var Starvsmannafelagið sum stevndi hinum felagnum fyri at hava brotið sáttmálan um rættin hjá dagrøktarum til at fáa løn ella ikki undir sjúku.
Í desember mánaði var so dómsviðgerðin í málinum, og í vikuni fall so dómurin í hesum gerðarættarmálinum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur hildið uppá, at tær ikki áttu rætt til at fáa løn útgoldna undir sjúku. Víst varð á, at tað var eitt mistak sum førdi til, at teirra rættindi í hesum spurningi kom við í sáttmálan, vísti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á.
Og nú hevur so rætturin talað felagnum til fyrimuns.