Í síðsta mánað skrivaði danska arkitektafelagið Henning Larsen, at teir vóru millum trý feløg, ið vóru í finaluni at sniðgeva ein nýggjan bygning á Ground Zero í New York, har World Trade Center stóð.
Við í toyminum hjá danska arkitektafelagnum var føroyski virkið hjá Ósbjørn Jacobsen, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar.
- Hetta var eitt arbeiði, ið vit brúktu nógva tíð upp á síðsta heyst, men tað hevur verið hildið loyniligt til nú. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at vinna kappingina, tí verkætlanin fór til eina lokala fyritøku, greiðir Ósbjørn Jacobsen frá.
- Men tað er heiður fyri fyritøkuna, at vit eru við í slíkum stórum kappingum. Orsøkin til, at vit eru bjóðaði at gera eitt uppskot, er tí tey hava dámt líknandi verkætlanir, ið vit hava staðið fyri.
Bygningurin skuldi standa í einum øki, ið liggur við liðina av World Trade Center Memorial. Av tí, at økið er eyðmerkt við, at nógvar altjóða fyritøkur og bankar halda til har, so var treytin fyri kappingina, at tað skuldi vera ein bygningur, ið kundi verða eitt øðrvísi ískoyti til dagliga lívið í World Trade økinum.
- Eg hevði høvuðsábyrgdina fyri sniðgevingini av uppskotinum. Uppskotið var at gera eitt leikhús, ið eisini hevði aðrar síðufunktiónir, ið kundu givið lív og nakrar øðrvísi funktiónir til býarpartin, ið hevur lyndið til at vera nakað deydligur um kvøldarnar tá skrivstovufólkið er fari til hús. Tað vil siga eitt Performing Art Centre við framførslusalum, venjingarhølum, kafé, matstovum og líknandi.
Spurdur um hetta er ein staðfesting av, at tað ber til at gera um seg í altjóða kapping, hóast man er staddur í Føroyum, svarar Ósbjørn Jacobsen, at tað lutvíst er so, men hesuferð vóru vit tó ov stuttir.
- Vit hava gjørt hetta saman við Henning Larsen í Danmark. Men hetta er ein vinna, har tað er vanligt, at man samstarvar við fleiri feløg, tá slíkir møguleikar stinga seg upp, sigur Ósbjørn Jacobsen at enda.
Hóast tað nú er greitt hvør hevur vunnið kappingina, so hevur byggiharrin valt ikki at almannakunngerða nakrar myndir av verkætlanini ella myndir frá hinum innkomnu uppskotunum. Tískil er einasta almenna myndin av verkætlanini tann, ið verður brúkt sum høvuðsmynd til hesa grein.