Álendski mentamálaráðharrin Tony Asumaa hevur í vikuni vitjað í Føroyum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur verið vertur fyri vitjanina hjá álendska mentamálaráðharranum, ið nýtti høvi at vitja ymiskar føroyskar stovnar innan mentunarøkið. Harímillum var hann inni á gólvinum hjá ÍSF.
- Álendski mentamálaráðharrin hevur stóran áhuga fyri ítrótti, og er sjálvur fyrrverandi altjóða fótbóltsdómari. Í starvi sínum sum dómari hevur Tony Asumaa fleiri ferðir verið í Føroyum og dømt altjóða dystir, skrivar ÍSF um vitjanina hjá álendska mentamálaráðharranum.
Á heimasíðuni skrivar ÍSF, at Tony Asumaa var serliga hugtikin av árligu skattafríu samsýningini, ið ítróttafeløg fáa.
- Eins og í Føroyum verður eitt stórt sjálvboðið arbeiðið gjørt innan ítróttin í Álandi. Í hesum sambandi var Álendski mentamálaráðharrin sera hugtikin av skattafríu ítróttarsamsýningini, har ítróttarfeløg kunnu útgjalda samsýning upp til 30.000 kr. um árið skattafrítt. Ein skipan sum álendski mentamálaráðharrin helt verða geniala, skrivar ÍSF.