Var hon uppií?

Serbisku myndugleikarnir bendu sunnudagin á, at kona fyrrverandi forsetan, Slobodan Milosevic, hevði tilknýti til teirra, sum myrdu Zoran Djindjic, forsætisráðharra tann 12. mars. 
Zarko Korac, innanríkisráðharri, segði ikki beinleiðis, at fyrrverandi forsetafrúan, Mira Markovic, hevði nakað við morðið at gera, men hann gjørdi greitt, at hon er partur av teimum kreftum, sum vildu hava Zoran Djindjic beindan av vegnum. Mira Markovic í Russlandi, men sambært serbisku myndugleikunum hava russar lovað at útflýggja hana, so hon kann avhoyrast í sambandi við tilburðin, tá serbiski forsetin, Ivan Stambolic, varð myrdur í august í 2000. Sjálv hevur Mira Markovic sagt, at hon hevði einki við hetta morðið at gera. 
Síðani Zoran Djindjic varð skotin í Beograd, hevur serbiska løgreglan tikið umleið 2.000 fólk, sum eru sett í varðhald, meðan málið verður kannað. Løgreglan hevur illgruna um, at ein fyrrverandi løgregluovasti legði morðið til rættis, men enn hevur løgreglan ikki funnið hann.