Varðhaldsfongslingin helst longd

Enn er góð vika til varðhaldsfongslingin av 32 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Pidda Hansen, gongur út. Men longu nú tykist greitt, at politiið fer at krevja mannin framhaldandi varðhaldsfongslaðan.

- Vit eru ikki lidnir at gera avhoyringar enn, hvørki av vitnum ella av skuldsetta sjálvum. Hartil kemur, at skuldsetti maðurin skal mentalkannast, og tað tekur eisini tíð, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.

- DNA-sporini, sum send eru til Danmarkar til kanningar, eru ikki komin aftur enn, men sjálvt um tey høvdu verið politinum í Føroyum í hendi, hevði ikki borið til at sagt nakað alment um tey, vísir Bergleif Brimvík á.

Og skuldsetti maðurin vil framvegis einki siga um, hvar hann hevur beint Pidda Hansen burtur.

- Vit fingu onkra ábending í gjár um at leita í Norðoyatunlinum, men tann leitingin gav sum kunnugt einki úrslit, sigur Bergleif Brimvík.

Hann sigu seg tó ikki enn hava mist vónina um at finna Dánjal Petur Hansen.

- Hvørja ferð vit fáa eina ábending um at leita, so gera vit tað, staðfestir Bergleif Brimvík, kriminalovasti.