?Vit gera framvegis kanningar her í Føroyum og uttanlands, er einasta viðmerkingin, sum Georg Otthamar, kanningarleiðari á kriminaldeildini, í løtuni hevur til tað stóra hassjmálið.
Mánadagin varð varðhaldsfongslingin longd í fýra vikur hjá manninum, sum fyri góðum mánaði síðan varð tikin á veg í land av Norrönu við 20 kilo av hassji í viðførinum. 28 ára gamli danin sat avbyrgdur fyrstu tvær vikurnar og síðan tvær vikur í varðhaldi, men tað hevur ikki verið nóg mikið hjá løgregluni, og tí gav Føroya rættur fyri afturlæstum hurðum fýra vikur afturat til kanningararbeiðið.
Talan er um størstu nøgdina av hassji, sum nakrantíð er funnin á veg í land í Føroyum. Einki er at ivast í, at fleiri standa aftanfyri. Løgreglan vil einki siga um, hvussu langt kanningarnar eru komnar, men tað skilst á lagnum, at arbeitt verður bæði við at finna føroyska og útlendska sambandið.
Maðurin var eyðkendur, tá hann kom í land av Norrönu mánamorgunin 23. juni. Ein, ið eygað verður hildið við. Tá hann so gjørdist sjónliga fjáltraður av at síggja hundin hjá tollvaldinum, tóku teir hann til síðis, og í taskuni, sum hann hevði um herðarnar, lá hassjið. Søluvirði: 2,5 milliónir krónur.










