Varðhaldsfongsling longd


 

Tann 31 ára gamli maðurin og tann 19 ára gamla kvinna, ið eru tikin fyri smugling av hassji, hava fingið sína varðhaldsfongsling longda til mikudagin. Tey hava nú sitið í varðhaldinum í fýra vikur.

Tey bæði, ið eru úr Danmark, vórðu handtikin, tá tey komu úr Norrønu, og tollararnir funnu 5 kilo av hassji í einum eykajhóli, sum hekk undir bilinum.

Mikudagin verður dómsviðgerð í Føroya Rætti, og dómur fellur møguliga tann dagin.

Tey gingu við til at leingja varðhaldsfongslingina uttan at fara fyri rættin. Tey kundu annars kravt at sleppa fyri rættin mánadagin, tá varðhaldsfongslingin varð liðug, men tey nýttu ikki henda rættin, helst tí at tey vistu, at rætturin fór at leingja fongslingina.

Ein 46 ára gamal maður úr Føroyum varð eisini tikin í sambandi við hetta málið um smugling, tí hann skuldi hava samband við tað. Hann varð tó leyslatin, og hann varð ikki skuldsettur í fyrstu atløgu í øllum førum.