Varðhaldsfongslaður fram til 8. apríl

Ein maður í 40-unum er í Føroya rætti í dag varðhaldsfongslaður í 12 dagar, fram til 8. apríl, skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við fosturdóttur sína

– Løgreglan miðar eftir at verða liðug at kanna málið fyri páskir, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.

Gentan var yngri enn 18 ár, tá ið kynsliga sambandið skal verða byrjað.

Tað helt á í eitt ár, til málið varð meldað til løgregluna.