Varðhaldsfongslaður í 3x24 tímar

Ein 21-ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í dag varðhaldsfongslaður í tríggjar ferðir 24 tímar fyri harðskap av serliga ráum slag. Tað var sunnunáttina, at ákærdi sló og trampaði ein 16 ára gamlan drong í høvdið soleiðis, at hesin fall í óvit. Hendingin fór fram tíðliga sunnunáttina í klubbagarðinum, og ikki fyrr enn sunnukvøldið raknaði ungi drongurin við aftur.

Tað kom í Føroya Rætti í dag ikki greitt fram, hví 21 ára gamli maðurin hevði framt hendan harðskapin, og hann kendi ikki 16 ára gamla deringin framman undan.

21 ára gamli maðurin er ákærdur eftir §245, sum er fyri serliga ráan harðskap.

Ákærin, Helle Severini, bað um at fáa ákærda varðhaldsfongslaðan í 14 dagar, men tað helt dómarin ikki var grundarlag fyri. Ákærin helt, at ákærdi kundi ávirkað vitnir í málinum, sum enn ikki eru avhoyrd.

Verjin, Jógvan Páll Lassen, segði málið vera serstakliga illa fyrireikað, og helt ikki tað skuldi ganga út yvir hansara klient, at løgreglan ikki hevði gjørt sítt arbeiði.

Dómarin gjørdi av, at 21 ára gamli maðurin skal verða varðhaldsfongslaður í fyribils tríggjar ferðir 24 tímar, meðan løgreglan kannar málið nærri.