Maðurin, sum í gjár varð handtikin í Skála fyri at hótta ein annan mann við lívinum, er í dag varðhaldsfongslaður í 17 dagar.
Tað kunngjørdi ákærin á Twitter fyri løtu síðani.
Tá løgreglan hevði handtikið mannin og sett hann í løgreglubilin fyri at koyra hann til Havnar, hevði hann sagt "Korona, korona virus", og hann hevði síðani roynt at spýtt eftir andlitinum hjá einum løgreglufólki. Tá eitt annað løgreglufólk kom at hjálpa, spýtti maðurin eisini eftir hinum løgreglufólkinum.
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at tað gjørdist nógv stríð hjá løgreglufólkunum at fáa mannin til Havnar, tí neyðugt at var at fáa løgreglubil við glasrúti millum fram- og baksetrini, soleiðis at maðurin ikki kundi spýta eftir teimum.
Talan er um eina álvarsliga støðu, sigur Linda Margrethe Hesselberg, tí WHO hevur kunngjørt, at Covid-19 virusið er ein heimsfarsótt, og løgreglufólkini kundu altso ikki vita, um maðurin var smittaður ella ei.
Linda Margrethe Hesselberg leggur aftrat, at dómarin metti hetta eisini vera skerpandi umstøður - at maðurin hevði spýtt eftir løgregluni undir einari farsótt, meðan hann rópti um koronavirus - og tí varð maðurin settur í varðhaldsfongsling í 17 dagar.











