Varðhaldsfongslaður í 15 dagar

Ein maður varð í Føroya Rætti í gjár dømdur til 15 dagar í varðhaldinum, meðan harðskapurin, sum maðurin framdi, verður kannaður. Maðurin hevði forfylgt einum pari og brotið nøsina á manninum

Politi

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Um klokkan 4 leygarmorgunin, tá ein maður og ein dama eru á veg til gongu úr einum vertshúsi í Havn, verða tey fylgd av einum manni, ið hevur ilt í huga.

Maðurin, sum fylgir teimum kemur fram á tey, og vil bjóða hinum manninum av. Men hesin vil ikki vita av tí, og gongur víðari. Tá tann nú varðhaldsfongslaði ikki vil geva uppat, vendir maðurin sær við móti honum, og ætlar helst at geva manninum tvey borgarlig orð. Men í tí at maðurin vendir sær, fær hann nevan á gronina. Maðurin fellur til jarðar og verður so víðari illa viðfarin.

Álopni maðurin verður somikið illa hagreiddur, at hann hevur brotið nøsina, greiðir vakthavnadi í Havn frá.

Álopsmaðurin varð tó kendur, og kundi løgreglan longu tíðliga um morgunin fara eftir manninum, sum er ein kenningur hjá løgregluni, og so varð hann settur í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hann varð dømdur til 15 dagar í varðhaldinum, meðan málið veðrur gjøllari kannað.