Ein føroyingur og ein dani av øðrum etniskum uppruna vórðu í dag varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, illtonktir fyri at hava roynt at smugla rúsevni til Føroya. Menninir vóru handtiknir tá teir komu í land av Norrönu í morgun.
Teir báðir eru illtonktir fyri at hava roynt at smugla rúsevni til Føroya, og løgreglan hevur illgruna um, at teir hava tveitt pakkar við rúsevni á sjógv av Norrönu. Bjargingarbáturin Lív stevndi seinnapartin út í Nólsoyarfjørð við fleiri løgreglumonnum umborð.
Málið tykist bæði stórt og torskilt, tí mett var neyðugt at hava grundlógaravhoyring fyri tvífalt afturlatnum hurðum. Tað merkir, at miðlarnir ikki so frægt sum fingun ákæruna móti monnunum at hoyra.
Orsøkin til hetta tykist vera, at løgreglan metir ein triðja person framvegis vera á leysum fótum í málinum.
Teir báðir handtiknu eru nú varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið nærri.