Kvinnan, sum var í grundlógarhoyri í dag, er varðhaldsfongslað í fýra vikur. Tað var mamman, sum eitt kvøld í desember í Syðrugøtu fór út við tríggjar mánað gamla barni sínum.
Barnið var illa ílatið, og tað endaði við, at barnið doyði.
Kvinnan varð í gruindlógarhoyrinum í dag varðhaldsfongslað í fýra vikur, men er á psykiatriskari deild.
Rætturin kann ikki upplýsa, hvat kvinnan er skuldsett fyri, tí grundlógarhoyrið var fyri dupult afturlatnum hurðum.