Varðhaldsfangarnir í Jónas Broncksgøtu flyta ein av fyrstu døgunum niðan í Mjørkadal at sita Bent Jákup Hansen, leiðari í varðhaldinum sigur, at nú er alt tað tekniska fingið at rigga á støðini í Mjørkadali, har varhaldsfangarnir hereftir skulu sita.
Eftir er bara at fáa nakað av trygdarútgerð, sum kemur til landið í seinasta lagi mánadagin.
So er klárt at flyta fangarnar niðan.
Varðhaldsfangarnir eru fýra í tali.










