Varð hótt úr starvinum

Fyrrverandi stjórin á Almannastovuni, Maria Jacobsen, fekk valið ímillum at bróta lógina ella siga upp. Ti fór hon so skjótt úr starvinum sum stjóri á Almannastovuni.

 

Fyrrverandi stjórin á Almannastovuni, Maria Jacobsen, fekk valið ímillum at bróta lógina ella siga upp. Ti fór hon so skjótt úr starvinum sum stjóri á Almannastovuni.

Hetta veit Dimmalætting fyri í gjár at siga.

Dimmalætting skrivar, at tað var nógv umrødda pensjónsmálið, sum fekk aðalstýrið at geva Almannastovuni kravboð.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum vildi hava, at pensjónistar fingu meira útgoldið, eftir at tað vísti seg, at nýggja pensjónslógin gjørdi, at nakrir pensjónistar fingu minni útgoldið.

Tí varð álagt Almannastovuni at gjalda út eina skattafría upphædd til pensjónistarnar ? eina viðbót. Hetta hevði Almannastovan ikki heimild til. Almannastjórin kundi ikki liva við at bróta lógina, og segði seg tí úr starvinum.