Fyri átta árum síðani varð løgreglumaðurin Piancho Blanco burturfluttur í Kolombia. Nú er hann komin afturíaftur.
Í 17 dagar kreyp hann ígjøgnum Amazonas-frumskógin, til hann mikudagin kom fram á eina deild hjá kolombisku rúsevnaløgregluni.
Jhon Piancho Blanco bleiv burturfluttur fyri átta árum síðani, og tann vinstrasinnaða uppreistrarrørslan FARC leyp á býin Mitu. 53 fólk doyðu í álopinum, og 61 vórðu burturflutt. Sjey av teimum 61 eru framvegis ikki latin leys.
Jhon Piancho Blanco sigur við CNN, at hann sat fangi saman við tveimum amerikanarum, sum vórðu burturfluttir í 2003, tá flogfar teirra mátti neyðlenda í kolombiska frumskóginum. Hann sigur eisini, at millum fangarnar var politikarin Ingrid Betancourt, sum hvarv í 2002, og sum eingin hevur hoyrt nakað frá síðani. Fyrr enn nú.
Kolombisku myndugleikarnir siga, at FARC bureturflytur umleið 60 fólk á hvørjum ári, og at tey burturfluttu vanliga verða latin leys í býti við FARC-limir, sum sita í fongsli.