Nú vit á Portalinum fyrr í kvøld høvdu mynd av sluppini Esther, har hon liggur sokkin undir liðini á einum gomlum trolara í Grimsby, hava vit leitað fram onkrar enskar keldur, sum umrøða hetta skip, ið varð smíðað í Grimsby í 1888.
Keldan spyr, um Esther man vera elsta skip nakrantíð, sum hevur verið brúkt í aktivari vinnu. Aktiv var hon, tí tú skalt ikki vera komin serliga langt til aldurs fyri at minnast, hvussu væl hetta skip royndist á snelluveiði og taldist millum tey fremstu í hesari veiði.
Í ensku kelduni verður sagt, at søgan um Esther byrjaði í Grimsby í 1888. Úr Grimsby fór skipið til Great Yarmouth í 1896 og haðani til Íslands umleið 1901.
Úr Íslandi kom skipið heim til Føroya í 1922, og at enda kom Esther aftur til Grimsby í 1992 - ella 104 ár eftir, at hon varð bygd.
Frá tí, at skipið varð smíðað, til Esther gavst við vinnuligari veiði í 1992, vóru skip og manning øll árini virkin
- Hevur nakar hoyrt um skip, sum hevur verið longri í vinnu enn Esther, eru fólk vælkomin at venda sær til mín, sigur keldan.
Í Grindavík í Íslandi hevur skipið altíð havt eitt serstakt pláss, tí í 1916 bjargaði manningin á Esther nevniliga 38 fiskimonnum á havinum undir dramatiskum umstøðum, sum tikið verður til.
- Undir krígsárunum sigldu skip og manning vandasjógv fyri at føra fisk og soleiðis at breyðføða kroystu bretsku tjóðina, og hetta var undir stórari hóttan frá flogførum Hitlers, sigur keldan.
Á myndini liggur Esther við síðuna av gomlum bretskum trolara. Í dag liggur hon á sama staði, men sokkin við síðuna av hesum skipi.