Rættarmálið í Lyngby er av fyri í dag. Í dag hevur 43 ára gamla kvinnan, sum er mamma at 4 ára gamla misnýtta dreinginum, vitnað móti 42 ára gamla føroyinginum. Kvinnan er sjálv dømd fongulsrevsing fyri ágang móti soninum og í dag greiddi hon rættinum frá, hvussu 42 ára gamli føroyingurin eggjaði henni til tað.
Umframt, at hon greiddi frá, at vera í valdinum hjá føroyinginum og kenna seg noydda at geva honum tað, sum hann bað um, so greiddi hon eisini frá øðrum smálutum.
Tí mamman segði, at umframt kynsligt samband við 4 ára gamla dreingin, so eggjaði føroyingurin eisini til kynsligt samband við 18 ára gomlu dóttrina hjá kvinnuni og við pápa kvinnuna. Enntá segði kvinnan hann eggjað til samlegu við fýra ára gamla dreingin og pápan samstundis.
Avhoyringin av kvinnuni seinnapartin í dag snúði seg nógv um ynski hjá føroyinginum um samlegu við pápa kvinnuna. Somuleiðis greiddi kvinnan frá, at føroyingurin spurdi, um kvinnan vildi hava samlegu við ein hund.