Var eingin trupulleiki í august

Rógvi Jacobsen harmast, at KÍ ikki hevur fíggjarliga orku at røkja sáttmálan, sum partarnir skrivaðu undir í heyst. Men hann fegnast um greiðu útmeldingina, sum hann hevur fingið

Fótbóltur

 

Frøin var stór á klaksvíkingum, tá tað í summar gjørdist greitt, at landsliðsframherjin Rógvi Jacobsen kom heim at hjálpa barndómsfelagnum. Hann og KÍ skrivaðu sáttmála, sum í fyrstu atløgu knýtti hann at felagnum til kappingarenda í 2010.

Men heimasíðan hjá KÍ skrivaði leygardagin, at Rógvi Jacobsen og leiðslan eru komin ásamt um, at sáttmálin steðgar 31. desember 2008.

- Døpru fíggjarligu útlitini í Føroyum og ikki minst í Norðoyggjum merkjast eisini í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Leiðslan arbeiðir í løtuni við at tryggja felagnum haldgóðan rakstur framyvir, skrivar heimasíðan.

- Tað er sjálvandi keðiligt, at eg nú standi uttan sáttmála, men hinvegin eri eg fegin um, at felagið longu nú meldar somikið greitt út, sigur Rógvi Jacobsen, sum altso er sáttmálaleysur í løtuni.

- Hinvegin kanst tú siga, at tað er illa sæð av felagnum, tá teir bara tríggjar mánaðir eftir undirskrift av sáttmála boða mær frá, at teir ikki hava ráð at røkja henda.

Fært tú for nógv í løn?

- Tað geri eg helst eftir teirra mátistokki. Men lønin hjá mær var so ikki nakar trupulleiki, tá sáttmálin varð gjørdur. Men kreppan rakar hart í Klaksvík í løtuni, og tá er tað væl soleiðis, at stuðul til eitt nú ítróttafeløg er eitt av fyrstu punktunum, sum verður skorið burtur, sigur Rógvi Jacobsen.

Hann sigur, at hann enn ikki hevur gjørt av, hvussu fótbóltsframtíðin hjá sær sær út í 2009.

- Onkur følari hevur sjálvandi verið, men enn fái eg so einki sagt. Heldur ikki um talan verðru um føroyskt ella útlendskt felag. Tað er ein spurningur, sum eg ætli mær at fáa greiðu á í januar mánaði. Nú ætli eg at halda jól sum sáttmálaleysur fyri fyrstu ferð síðani 1999, og tað hevur so eisini sínar fyrimunir. Eitt nú nýtist mær ikki at hugsa um, hvussu nógv eg eti av jóladunnuni, sigur Rógvi Jacobsen.