Var ein neyðug avgerð at víðka verkfallið

Sjúkrahúsini kundu ikki halda fram við teimum arbeiðssteðgum, ið vit longu høvdu lýst, sigur Óluva í Gong

Tað fór sum ein skelkur gjøgnum føroyska samfelagið, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar leygardagin 18. november boðaði frá, at felagið víðkaði verkfallið, ið tá hevði vart í yvir tvær vikur, til at umfata allir sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiddu á teimum trimum sjúkrahúsunum, samstundis sum øll fyribils undantøk blivu tikin aftur. Víðkaða verkfallið skuldi setast í verk týsdagin 21. november.


Partarnir vóru tá langt frá hvørjum øðrum og útlitini fyri einari semju vóru ikki serliga góð, men tveir dagar seinni, dagin áðrenn sjúkrahúsini vórðu løgd lamin, eydnaðist tað partunum at røkka einari semju, ið innibar at sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu eina lønarhækkan á umleið 10 prosent tey næstu tvey árini.


Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, greiðir í samrørðu við Sosialin frá, at verkfallið, ið vardi í nítjan dagar, var so krevjandi fyri heilsuverkið, at fakfelagið ikki metti tað vera ráðiligt at halda á longi aftrat.


- Sum støðan var, so var tað ein neyðug avgerð at taka. Ein loysn mátti koma. Sjúkrahúsini kundu ikki halda fram við teimum arbeiðssteðgum, ið vit longu høvdu lýst. Tað hevði ikki gingið eina viku aftrat. So vit vistu, at politiski myndugleikin mátti gera okkurt, sigur Óluva í Gong, og leggur afturat.


- Partarnir vóru langt frá hvørjum øðrum, tá vit lýstu síðsta arbeiðssteðgin, og vit vistu, at tað kundi fara báðar vegir. Antin funnu vit eina semju ella legði løgtingið uppí. Okkara útspæl legði trýst á bæði okkum sjálvi, men eisini politiska myndugleikan til at finna eina loysn, sigur Óluva í Gong.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Óluvu í Gong í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps sølubúðum kring landið. Í samrøðuni greiðir forkvinnan millum annað frá hvussu tað eydnaðist at rætta ein 48 ára gamlan skeivleika, og hví tað var neyðugt at bróta siðvenjuna, ið hevur valdað á almenna arbeiðsmarknaðinum seinnu árini.