John Johannessen
Frá 4. mars til 23. septembur 1998 var føroyski skiparin Sigmund Andreassen afturhildin av myndugleikunum á fronsku hjálandaoynni Reunion. Sigmund var tikin fyri at sigla gjøgnum franskt sjóøki, uttan at siga frá. Men hetta er ikki tað einasta, ið hann varð ákærdur fyri. Sigmund bleiv eisini ákærdur fyri at hava fiskað ólóligt.
Tíðin, meðan Sigmund varð afturhildin á Reunion, var ein tung tíð fyri Sigmund og hansara nærmastu, men nú situr Sigmund aftur fjálgt heima hjá sær sjálvum í Vági. Og tað var har, ið Sosialurin prátaði við hendan fryntliga skiparan eitt óveðurskvøld í farnu viku.
Mutur í fyrisitingini
- Eg má siga, at Reunion líkist á mangar hættir einum einaveldi. Orsøkin til hetta er, at ein stórreiðari á oynni eigur alla ta vinnu, ið yvirhøvur er á oynni. Tískil kann hann nyta sítt peningaliga vald til meira enn gott er, sigur Sigmund.
- Hesin stórreiðarin eigur eisini eina stóra handilsketu. Hendan handilsketan selur m.a. fisk, ið trolararnir hjá manninum fiska. Fiskurin er av slagnum patagonian toothfish, eins og tann, ið vit fiskaðu. Munurin ímillum okkara fisk og tann fiskin, ið vit sóu liggja á handilshillunum var bert tann, at teirra fiskur var 15 til 20 cm langur, meðan okkara var um 1 m og meira. At fiska so smáan fisk, tað er so sanniliga at oyða fiskastovnarnar. Hesin fiskur hevði als ikki verið førur fyri at bitið á okkara húkar. Tískil eru tað teir og ikki vit, ið oyða fiskastovnarnar.
-Hvuassu legði tú fyrstu ferð til merkis, at alt ikki ruggaði rætt á oynni?
-Tá ið eg varð avhoyrdur av politiovastanum, tá segði hann, at um eg ikki skrivaði undir uppá, at eg var sekur, so skuldi eg vera vísur í, at eg kom at sita í fongsli í eitt hálvt ár. Hetta hendi alt áðrenn eg hevði tosað við nakran sakførara ella dómara
- Eg svaraði politiovastanum aftur, at hann hevði als ongan myndugleika til at avgera, um eg kom at sita í hálvt ár ella ikki. Men hann svaraði mær bert, at tað skuldi eg ikki vera so vísur í. Eftir hetta grunaði eg, at mutur mátti á ein ella annan hátt vera við í spælinum.
Tveittur í fangatippi
-Tá ið skip verður tikið, so er vanligt, at skiparin verður tikin til avhoyringar beinanvegin. Hetta hendi tó ikki í hesum førinum. Eftir at vit vóru komnir til lands, so varð øll manningin uttan yvirmennirnir tikin. Og ikki fyrr enn 26 tímar eftir hetta, so bleiv eg tikin til avhoyringar.
- Eftir avhoyringarnar varð eg tveittur í eitt fangatippi, ið ikki var størri enn 6 fermetrar. Inni í hesum fangatippi vóru millum 30 og 40 hitastig. Har var einki vatn og einki ves. Eg bleiv koyrdur inn hagar í berum undirklæðum, og eg skuldi sova á einum seingjaskapilsi, ið var av betongi. Tó lá ein skitin madrassa omaná ?songini?.
-Hvussu kendist tað at sita einsamallur í einum so lítlum fangatippi?
- Eg eri vísur í, at fangavørarnir ikki væntaðu, at eg fór at sova væl um náttina, og tað hevði eg helst heldur ikki, var eg ikki ein trúgvandi maður. Men eg sovnaði væl báðar næturnar.
- Sjálvt um ein kundi hugsað sær, at tíðin í fangatippinum var ógvuliga einslig, so var tað ikki heilt so. Tíðina í fangatippinum nýtti eg til at biðja í, og tí var eg ikki einsamallur.
Ment síni listarligu evni
-Hvørjum fekst tú tíðina at ganga við, eftir at tú var komin út aftur úr fangatippinum og var komin at búgva á hotelli?
- Eg eri so heppin at hava fleiri listarligar gávur, og hesar fekk eg ment nógv ta tíðina, ið eg sat á Reunion. Eg málaði, teknaði og broderaði. Serliga nógv gjørdi eg við broderingina.
-Hvat broderaði tú?
- Eg broderaði m.a. eitt motiv úr Grønlandi. Hetta motivið var ógvuliga trupult at brodera, men eg hevði góða tíð, og myndin gjørdist skjótt liðug. Annars, so broderaði eg eisini okkurt skriftstað.
-Tú ert eisini kendur fyri tíni tónlistarligu evni. Gjørdi tú nakað við tónleikin, meðan tú vart á oynni?
- Jú, eg yrkti einar tredivu sangir. Hesir sangir eru mest andaligir sangir, og ætli eg mær at fara at geva teir út á fløgu. Bæði sonur mín og versonur mín eru góðir tónleikarar, og tískil skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið tikið eina fløgu upp.
Reiðaríðið stuðlar
- Fekst tú nakran fíggjarligan stuðul frá reiðaríðnum, meðan tú sat á Reunion?
- Ja, reiðaríðið syrgdi fyri at eg og familjan kundu liva. Hetta gera teir eina tíð enn, nú eg eri afturkomin, so reiðaríðið skal ikki lastast fyri at hava slept mær upp á fjall. Sakførarin hjá teimum fer helst eisini at arbeiða við at krevja endurgjaldskrav, men tað orki eg ikki at hugsa um enn. Tað er nakað, ið sakførarin avger.
Vinir fyri lívið
Meðan Sigmund sat á oynni, so kom hann at kenna ein annan skipara, ið var tikin áðrenn hann. Hesin skiparin var úr Spania og kallaðist Manuel.
- Eg og Manuel gjørdust bestu vinmenn gjøgnum tíðina, ið vit vóru saman á Reunion. Vit vóru jú báðir skuldsettir fyri tað sama, so vit høvdu nógv at práta um. Vinarlagið okkara millum gjørdist so tætt, at eingin av okkum fór nakrastaðni, uttan at siga hinum frá fyrst. Og sum oftast, so vóru vit saman, har ið vit vóru.
- Hvat gjørdu tú og Manuel fyri at ávirka myndugleikarnar til at sleppa tykkum leysum?
- Vit royndu á ymiskar hættir at ræða myndugleikarnar. Vit tóku myndir av ávísum persónum, og eisini skrivaðu vit nummarpláturnar hjá dómarum og sakførarum upp. Hetta gjørdu vit fyri at ræða teir, tí teir vóru jú mutraðir av stórreiðaranum á oynni.
- Annars, so vóru Manuel og eg mestsum altíð saman. Vit spákaðu í býnum saman, runnu saman o.s.fr.. Manuel og eg hava veruliga hildið hvørjum øðrum uppi.
- Meiningin var, at Manuel skuldi giftast í februar, men hetta er sjálvandi útsett, orsaka av, at Manuel hevur verið á Reunion. Men tá ið hann endiliga verður giftur, so ætli eg mær heilt víst í brúdleyp hjá honum. Okkara vinarlag vardi ikki bert meðan vit vóru á Reunion.Hetta er eitt vinarlag, ið kemur at halda fyri lívið.
Ynskir at takka
- Hvussu vart tú móttikin, tá ið tú komst heimaftur?
-Móttøkan var stórfingin. Tað var nógv fólk á bryggjuni í Klaksvík, tá ið eg saman við familjuni kom beinleiðs av flogvøllinum til Klaksvíkar at vitja mammu mína Nógv fólk kom eisini heim til mammu at vitja, og eg fekk eina rúgvu av blómu- og telefonheilsanum.
- Í Vági var støðan tann sama. Eg fekk eina stórfingna móttøku.
- Um tað er í lagi, so ynski eg til endans at takka sjómanskvinnuringunum í Runavík og í Vági fyri teirra bønir og heilsanir. Eg ynski somuleiðis at takka øllum meinigheitum, kenningum og øðrum, ið hava biðjið fyri mær. Tað er gott at vita, at tað eru so nógv fólk, ið hugsa um ein og samgleðast við mær um at vera komin heim aftur til familjuna