Johan Dahl segði í røðu síni til landsfundin hjá Sambandsflokkinum, at hann helt seg vera krossfestan av fjølmiðlunum og vónar, at fjølmiðlaábyrgdarlóg verður sett í gildi, sum kann forða slíkum støðum í framtíðini.
Men at teir ringastu fíggindarnir skuldu koma úr egnum flokki, helt hann vera ovboðið.
?Teir fíggindarnar, sum eru framman fyri teg, kennir tú, men verri er við teimum, sum standa aftan fyri teg.
Hann var ógvuliga vónbrotin av sínum politisku partamonnum, segði hann.
Eins og fleiri teirra, sum undan honum høvdu havt orðið á landfundi Sambandsfloksins, helt Johan Dahl, at fjølmiðlaranir sleppa ov lætt at seta politisku dagsskránna. Men politikarin má eisini taka sína ábyrgd og duga síni ting, segði hann.
Tað má vera okkara mál at hava eina góða og væl samansetta tingmanning við góðum baklandi, segði Johan Dahl.
Hann lovaði Kaj Leo Johannesen sína hjálp og stuðul. Tað skal ikki standa á, lovaði hann.
Hann helt kortini, at røðan, sum formaðurin hevði hildið fyrrapartin var í so missionerandi og ov lítið dagsaktuell. Tað er í dag, vit hava trupulleikarnar, sum skulu loysast nú, segði hann, og vísti til rækjuvinnuna, sum er við at gleppa okkum av hondum, um einki munagott hendir beinanveg.
Hann mælti politikarunum til at halda fingrarnar burtur frá Fiskavirking og lata Framtaksgrunnin um at avgera, nær og hvussu Fiskavirking skal seljast. Sjálvur heldur hann ikki, at Fiskavirking skal seljast í smáum.
Heldur ikki helt Johan Dahl, at tað var nøkur vanlukka,um útlendingar keypa Fiskavirking. Eisini tað eiga vit at lata Framtaksgrunnin taka sær av og ikki føroyska politikarar.










