Var í Beograd

Eitt blað í Serbia veit at siga, at bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic fór úr Beograd í januar, eftir at hann hevði fjalt seg har í næstan fýra ár.

ST-krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur leitað eftir Ratko Mladic í fleiri ár, tí hann er skuldsettur fyri hópdráp og og krígsbrotsverk ímóti mannaættini. Tað vóru hermenn hjá Mladic, sum myrdu umleið 8.000 menn og dreingir í bosniska býnum Screbrenica á sumri í 1995.

Krígsbrotsmannadómstólurin hevur kravt, at serbisku myndugleikarnir skulu handtaka Ratko Mladic og senda hann til Haag, so hann kann koma fyri rættin, men enn er hann ikki tikin. ST hevur lagt myndugleikarnar í Brograd undir at verja generalin, og ES hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at tingast við Serbia um limaskap í samveldinum, fyrr enn Mladic er útflýggjaður. Men heldur ikki tað hevur borið frukt enn, skrivar AP úr Beograd.