Varðar á kirkjugøtuni

TÍÐINDASKRIV frá Heimamissiónsforlagnum

Heimamissiónsforlagið kemur í hesum døgum út við 2 nýggjum bókum.
Varðar á kirkjugøtuni er fyrsta bind í eini røð av fleiri bindum, sum ætlandi koma út á vári og heysti í nøkur ár.
Henda bókin er at skilja sum eygleiðing eftir tí farvegi, sum Heilagi Andin hevur leitt lýðin vitni upp gjøgnum tíðirnar fram til okkara dagar.
Víst verður á nakrar andligar rørslur, sum eins og aldur hava heygað á, og sum viðhvørt eisini hava brotið og gjørt um seg á kirkjuliga havinum.
Eisini verður víst á nakrar andligar varðar hjá kristnum fólki at halda seg eftir á lívsleiðini.
Við hesi bókini hevur verið ætlanin, sum nevnt í innganginum, bara at fara eygleiðandi um í kirkjusøguni. Men samstundis hevur verið roynt at vísa á ymsar andligar varðar, sum hava havt stóran týdning hjá kristnum fólki at halda seg eftir á lívsleiðini, tá ið tølandi myrkur og ódnarveður hevur gjørt leiðina illgongda og villingarsama.
Framhaldandi er ætlanin nú at taka seg niðan ta tunggongdu Heimamissiónsgøtuna í kirksøguni. Á hesi gøtuni er ætlanin at steðga við nakrar varðar og haðani líta í kring í andliga landslagnum, so hvørt sum strítt verður seg fram frá varða til varða.
Tað er Joh. Andr. Næs, ið hevur savnað tilfar og myndir til bókina.
Bókin kann keypast frá Heimamissiónsforlagnum í bókhandlum runt um í landinum, hon kostar 200 kr.
Eisini ber til innan 15. mai at tekna seg fyri alt verkið, og harvið fáa 20% í avslátri.