VAR aftur í andglettinum

Sjey dystir hava verið í 27. umfari í Premier League um vikuskiftið. Størsti dramatikkurin var í Liverpool, har Everton og Frank Lampard kendu seg snýttar móti Manchester City

Sjey dystir hava verið í 27. umfari í Premier League um vikuskiftið. Størsti dramatikkurin var í Liverpool, har Everton og Frank Lampard kendu seg snýttar móti Manchester City.

 

Manchester City var leikliga greidd omaná móti Everton, men tað var ikki fyrr enn tíggju minuttir fyri tíð, at gestirnir fingu hol á, tá Phil Foden takkaði fyri vánaligt verjuspæl. Bara minuttir seinni tóktist bólturin fara í hondina á Rodri í egnum brotsteigi, men eftir eitt VAR tjekk dømdi dómarin einki.

 

Tað hevur fingið ilt í millum annað Frank Lampard, venjara hjá Everton, sum var í øðini til tíðindafundin aftaná. Hann segði speiskur á málinum, at umberingin, sum dómarafelagið kemur við seinni, kann ikki brúkast til nakað.

 

Christian Eriksen er aftur á vøllinum, eftir hendingina til EM-endaspælið í summar. Brentford tapti tó 2-0 móti nýríka Newcastle, ið hevur vunnið seg úr niðurflytingarstríðnum. Burnley og Watford vunnu sær týdningarmikil stig móti Brighton og Manchester United á útivølli, meðan Leeds er í trupulleikum. Teir taptu 4-0 móti Tottenham í dag.

 

1Man City27213364:1766
2Liverpool26186270:2060
3Chelsea25148349:1850
4Man Utd27138644:3447
5Arsenal24143738:2745
6West Ham26126845:3442
7Tottenham25133935:3242
8Wolves25124924:2040
9Southampton26811734:3735
10Brighton26712725:3033
11Crystal Palace27612937:3830
12Aston Villa25931333:3730
13Leicester23761037:4327
14Newcastle255101028:4525
15Brentford27661527:4424
16Leeds26581329:6023
17Everton24641428:4122
18Burnley24312922:3021
19Watford26541725:4719
20Norwich City26451715:5517